Føroysk verkætlan nýtt sum íblástur

Í 2014 skipaði Føroya Ungdómsráð fyri Norðurlendskum Leiðaraskúla í føroyum - 62° North, 7° West - Nordic Youth Entrepreneurship.

 

Føroyska náttúran varð nýtt til avbjóðingar og soleiðis varð náttúran ein virkin partur av undirvísingini.

 

32 barna- og ungdómsleiðarar luttóku úr Finlandi, Svøríki, Suðurslesvig, Norra, Danmark, Íslandi og úr Føroyum

 

Fakligu krøvini til Leiðaraskúlin vóru ásett av FUR og Norðurlendska Samstarvsfelagsskapinum fyri Ungdómsarbeiði (NSU) í felag. Evnini vóru innovatión, mentan, samskifti & coaching, framløgutøkni, leiðaraleiklutur og motivatión. Luttakararnir fingu prógv fyri sína luttøku á Leiðaraskúlanum.

 

Nordbuk og Mentamálaráðið stuðlaðu verkætlanini, umframt Magn. 

 

FUR skipaði fyri leiðaraskúlanum við góðari hjálp frá umboðum fyri KFUM skótarnar í Føroyum, Skótalið Leirvíks Pálls og Føroya KFUK skótar.

 

Verkætlanin var væleydnað, og er vald út at verða nýtt sum íblástur til barna- og ungdómsarbeiði í Norðurlondum.

 

Norðurlendska barna- og ungdómsumboði (Nordbuk) og Mentanarsamband Norð hava framleitt kunningartilfar til ung í samband við stuðulsskipanina hjá Nordbuk.

 

Tilfarið er ætlað sum íblástur til at økja áhugan fyri barna- og ungdómsarbeiði í Norðurlondum. Leiðaraskúlin hjá Føroya Ungdómsráð er í hesum sambandi lýstur til tess at vísa á áhugaverd dømi um stuðlaðar verkætlanir.

 

Filmurin sæst ovast í kagaranum.