Menning innan tøkniliga partin av alivinnuni vaksur í stórum fetum og hørð kapping er um at vísa seg fram.
Green IQ hevur uppfunnið ein ógvuliga einklan og effiktivan hátt at minka um lúsatrupuleikan í aliringum. Talan er um ein skimmara, ið flýtur omaná vatninum í einum aliringi, sum við hjálp av nátturligu evnunum brint yvir ilt fær lýsnar at flóta, soleiðis at lýsnar vera fangaðar og harvið tiknar úr ringinum.
Uppfinningin var í 2015 kosin sum Ársins Innovatión av Íverksetarahúsinum.
Royndir seinastu árini hava víst, at um man ikki tekur lýsnar upp undir avlúsing, kann ein rættuliga stórur partur av teimum rakna við aftur. Tá formerar hon seg viðari í sama aliringi ella rekur yvir á grannaringin.
- Hetta er ikki haldbart og tá alur mann mótstøðuførar lýs. Trupuleikin er eisini at tær formera seg sera skjótt. Dømi úr útlandinum er um, at heilt stór økir dominerast av mótstøðuførum lús, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Stórur áhugi er í alivinnuni at nýta skimmaran hjá GreenIQ og millum kundarnar hjá GreenIQ eru Bakkafrost, Faroe Farming og Marine Harvest. Skimmarin er í løtuni í aliringum í Føroyum , Noreg og Írlandi, umframt at áhugaverdir fyrispurningar eru úr millum annað Kanada, Skotlandi og Hetlandi
Stjórin í Marine Harvest í Írlandi hevur úttalað, at loysnin hjá GreenIQ bjargaði lúsatrupuleikanum hjá teimum í Írlandi. Hettar er grundað á at mann fekk fatur á skimmarnum, áðrenn alt øki bleiv mótstøðuført.
- Vit eru sannførdir um at okkara loysn kann veruliga gerast ein fongur fyri alivinnuna at basa
lúsatrupuleikan. Hetta hava vit prógva har vit eru, sigur Jóhann Fagraklett, stjóri í GreenIQ.
Jóhann Fagraklett, stjóri á GreenIQ er ógvuliga fegin um framgongdina og stóra áhugan sum er fyri skimmaranum og er vera mann spentur til messuna.
- Vit fara at nýta tíðina á messuni at koma í samband við nýggjar kundar og eisini fara vit at hitta fleiri av okkara núverandi kundum. Eisini hava vit ein snøggan bás, har vit útstilla skimmaran, greiðir Jóhann Fagraklett frá.
Í døgunum 18. til 22. august luttekur Green IQ á messu í Trondheim í Noregi. Talan er um messuna Aqua Nor, sum savnar tíðandi aktørar innan alivinnuna úr øllum heiminum.










