Føroysk skaldsøga verður løgd fram í Keypmannahavn í dag

Framløgan er almenn og har verður eisini gott gott til góman og til oyruni

Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum, fær eitt eintak av skaldsøguni frá høvundanum. Myndina tók Dánjal Danielsen

Nú er nakað síðani, at savningarstaðurin yvir øllum hjá føroyingum í Keypmannahavn,  Føroyahúsið, lat uppaftur eftir umfatandi ábøtur og umvælingar. Og í kvøld verður tað so karmurin um eina forvitnisliga bókaframløgu.

 

Tað er Eyðun Klakstein, journalistur, fótbóltsvenjari, við meira, í Klaksvík, sum nú eisini hevur roynt seg sum rithøvund, og búrtúr tí er komin ein skaldsøga, sum verður løgd fram í Føroyahúsinum í kvøld, hóskvøldið, 18.30, danska tíð.

 

Umframt bókaframløguna, har rithøvundurin eisini verður til staðar, verður eisini okkurt føroyskt undir tonnina, okkurt at skola tað niður við, og tónleikur. Samstundis verða hugleiðingar um nýggju skaldsøguna, bornar fram.

 

Nýggja Skaldsøgan hjá Eyðuni Klakstein, sum hevur fingið heitið, List, er ein krimisøga um eitt heldur sermerkt brotsverk. Talan er nevniliga um, at kendi málningurin hjá føroyska listamálaranum, Mykinesi, verður stolið. Men tað býr nógv meiri undir enn sum so, tí turrlagdi arbeiðsmaðurin, Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, fær illgruna um, at okkurt er heilt galið og saman við Sáru Emmudóttir, stjóra á Listasavninum fáa tey snevilin av eini vandamikla samansvørjing.

 

Krimibókin »List« er 199 síður til longdar og tað er forlagið Viva, sum gevur hana út og í næstu viku verða bókaframløgur í Klaksvík og í Havn.

 

 

 

Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum, fær eitt eintak av skaldsøguni frá høvundanum. Myndina tók Dánjal Danielsen