Føroyska sendirøðin, Trom, er nú í uppskoti til enn eina virðisløn. Tað er virðislønin, sum kallast Tvprisen í Danmark, har tær bestu sjónvarpssendingarnar av ymsum sløgum skulu veljast. Trom er í uppskoti til at vinna virðislønina fyri sendirøðir, men Trom verður í harðari kapping við aðrar kendar sendirøðir í Dannark, eitt nú Borgen, Carmen Curlers, Dag og Nat, Drømmeren og Fantomhold. Tað verður á stórum tiltaki tann 4. mars at tað verður avdúkað, hvør fær heiðurin.
Tvprisen er ein faklig heiðursløn og tað eru framleiðarafelagið í Danmark skipar fyri, altso tey, sum framleiða filmar, sjónvarpssendingar og spøl.











