Føroysk matstova komin á listan hjá Michelin

Enn ein føroysk matstova er nú komin á listan hjá Michelin við matstovum, sum kenda matstovuvegleiðingin mælir fólki til at vitja

Talan er um nýggju systurmatstovuna hjá Koks, nevnd Roks, sum er í Fútastovu í Gongini í Havn. Á Roks siga tey seg vera eina óformella systirmatstovu hjá Koks, sum leggur seg eftir besta føroyska sjógætinum, og sum samansjóðar nútímans og klassiska matgerð.

 

– Vit á Roks elska at spæla við mat og smakkir, og gestir okkara kunnu vænta sær eina livandi og vinaliga tænastu á høgum støði, segði Lars Brønden Nicolejsen, matstovuleiðari, tá matstovan lat upp í mars.

 

Roks hevur eisini eitt stórt úrval av víni, og kjallar hýsir bæði vistfrøðiligum og klassiskum vínum.

 

At ein matstova er komin á listan »MICHELIN Guide’s Point Of View« merkir ikki, at  hon hevur fingið eina Michelin stjørnu, men at Michelin Guide viðmælir fólki at eta har.

 

Tað er sera stórt, at ein føroysk matstovu fær slíka viðurkenning.

 

##med2##

 

Matstovan Koks, sum hevði tvær Michelin stjørnur, áðrenn hon flutti til Grønlands, er latin upp í Grønlandi í vikuni, og hava tey havt úr at gera. Men av tí at matstovan nústani er latin upp, er valla hugsandi, at hon fær eina Michelin stjørnu hesaferð, tí nýggja Michelin Guide'in er helst prentað, áðrenn fólk frá Michelin hava nátt at etið á henni.

 

Í Føroyum røkist einki fyri, at tey koma í gongd við at byggja Koks. Hóast Tórshavnar kommuna í meira enn eitt ár hevur verið klár at skriva byggiloyvi, so liggur málið og súltar í Yvirfriðingarnevndini, sum ikki tekur støðu í málinum.

 

Ein Michelin matstova hevur sera stóran týdning fyri eitt nú ferðavinnuna. Tí at fáa eina Michelin stjørnu merkir, at tú hevur fult hús á matstovuni hvønn dag, tí fólk ferðast allan heimin runt at vitja Michelin matstovur.

 

Nú er eingin Michelin matstovu í Føroyum.

 

##med3##

 

##med4##