Poul Rustin, sum er kendur frá matstovuni Muntra í Fuglafirði, fann kærleikan í Thailandi fyri nøkrum árum síðan. Hann er giftur thailendsku kvinnuni, Luna, og tað eru tey bæði, sum reka matstovuvirksemið á Muntra.
At reka matstovu krevur, at tú hongur í, og um ársskiftið - tá tey bæði hava runnið í fleiri enn 300 dagar í einum ári - plaga Poul og Luna at fara til Thailands at ferðast. Her geva tey sær stundir at vitja familjuna hjá konuni, og tey plaga eisini at ferðast í øðrum londum.
Tá In.fo vitjaði á Muntra í síðstu viku, vístu Luna og Poul Rustin okkum ein sera vakran og serstakan kjóla, sum er seymaður í Thailandi - við føroyska tjóðarbúnanum sum fyrimynd, tó við thailendskum toytilfari og litum.
Hin 6. mai í ár, sum er ein fríggjadagur, verður annars ein stórur dagur á Muntra í Fuglafirði. Tá hevur matstovan 45 ár á baki, og hetta ætla Poul og Luna ikki skal fara aftur við borðinum - uttan móttøku.
Tað var Petur Mohr, sum byrjaði matstovuna Muntra í Fuglafirði í 1971, sum Poul Rustin yvirtók í 1984.