Seinastu árini er tað er vorðin ein føst siðvenja at skipað verður fyri einari føroyskari gudstænastu í London í desember mánað, og í ár er einki undantak.
Hesaferð verður tað sóknarpresturin í Vágum, Inga Poulsen Dam, ið prædikar, og
verður gudstænastan hildin í Donsku kirkjuni í London sunnudagin 6. desember klokkan 14.
Aftaná gudstænastuna verður boðið kaffi og køkur.
Føroysk gudstænasta er í London tvær ferðir um árið, ein um várið og ein í adventuni, og prestarnir í Føroyum skiftast at koma at hava gudstænastuna.
Adressan hjá Donsku kirkjuni í London er: 4 St Katharine's Precinct, NW1 4HH London, United Kingdom.