Samanborið við børn, sum ikki hava gingið í forskúla, klára forskúlabørn í Føroyum seg betur í lesing, og tey duga eisini nógv betur at hugsavna seg um læring. Tað kemur fram í kanning, sum fólkaskúlaráðið júst hevur gjørt og handað landsstýrismanninum.
Lærarafelagið skrivar um kanningina á heiasíðuni í morgun. Har verður sagt, at stórur munur er á at taka ímóti 1. flokki, tá ið næmingarnir hava gingið í forskúla samanborið við næmingar, sum ikki hava gingið í forskúla.
Víst verður til nýggja kanning, sum eitur Eygleiðingar í forskúlanum, kunning og niðurstøða.
Eygleiðingin er farin fram í øllum teimum fýra forskúlunum, sum eru í Føroyum, og tær eru farnar fram í tíðarskeiðinum 11. juni til 11. november 2013. Frágreiðingin, sum fólkaskúlaráðið hevur latið gera út frá eygleiðingunum, er hugsað sum grundarlag at arbeiða víðari við. Í samandráttinum sigur fólkaskúlaráðið, at allir forskúlarnir hava sera góðar karmar, tá ið umræður fysiska umhvørvið innandura.
Tilfarið, tey brúktu, var ikki ætlað skúlabørnum, men var forskúlatilfar sum íblástur til læring gjøgnum spæl, t. d. málspøl, spæliskriving og talfatanarspøl. Hinvegin vantar gjøgnumførda barnavinarliga hugsanin, tá ið ræður um umhvørvið uttandura. Hetta ber brá av fyribilsloysnum, sum als ikki vóru nøktandi.
Lesið meira um kanningina á heimasíðu Lærarafelagsins VIÐ AT TRÝSTA HER