Í næstum fáa amerikanarar og kanadiarar møguleika at lesa søguna Flata Kanini eftir Bárði Oskarsson.
Barnabókin er frammanundan týdd til danskt, týskt og norskt, og skjótt eisini til enskt.
Hesum boðar Bókadeild Føroya Lærarafelags frá, sum hevur gjørt sáttmála við forlagið Owlkids í Toronto í Kanada. Sostatt kann kanadiska forlagið týða føroysku bókina til enskt og selja hana í USA og Kanada.
Tær fimm myndabøkurnar hjá Bárði Oskarsson eru tilsamans týddar til seks ymisk mál og eru komnar út í Danmark, Íslandi, Noregi, Týsklandi, Frankaríki og skjótt í USA og Kanada.