Tá barna Melodi Grand Prix verður í Danmark í februar, telist føroysk genta millum luttakararnar.
Tað er Fríða, sum í hesum høpinum verður nevnd Froja, og hon syngur saman við Sarah sangin Hvor Bliver Du Af.
Froja er dóttir Birgir Sigurðsson og Honnu Vágsheyg.
DR vísir barna MGP 20. februar og verða live konsertirnar í Horsens. Í hesum døgum venja luttakararnir av øllum alvi. Tað ber longu til at fylgja við gongdini á dr.dk/mgp
Hetta eru luttakandi bólkarnir:
Bølle – Ballade (Brøndby Strand)
Ida og Lærke – Bar’ for vildt (Aalborg og Støvring)
Philip – Kongensgade (Esbjerg)
MEEH – Os 2 for altid (København)
Ida – Min egen sang (Nærum)
Froja & Sarah – Hvor bliver du af (København)
TEENAGERS – Teenagers (Randers)
JEEN – Jeg savner dig (Augustenborg og Bjerringbro)
Sofie & Augusta – Den sødeste dreng (Hørsholm)
Edda: Helt okay – (Aarhus)
Mynd: Froja & Sarah