Síðsta fríggjadagin var Bogi Bech Jensen, professari í orkuverkfrøði, á Fróðskaparsetrinum í USA og undirvísti.
Tað skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu í dag.
Í hesum sambandi var hann á Massachusetts Institute of Technology, MIT, har hann helt eitt seminar um framtíðar vindmyllugeneratorar.
- Seminarið var fyri granskarar á Francis Bitter Magnet Laboratory á MIT.
- Endamálið við seminarinum var at greiða granskarunum á MIT frá gongdini í menningini av vindmyllugeneratorum, og at finna eitt møguligt samstarvsøki millum Fróðskaparsetur Føroya, DTU og MIT.
Massachusetts Institute of Technology (MIT) var sett á stovn 10. apríl 1861 og er helst kendasta tekniska universitetið í heiminum.
MIT verður mett at vera eitt hitt fremsta universitetið í heiminum innan verkfrøði og har eru eini 80 granskarar, sum havu vunnið Nobelvirðislønina.
Á myndini, sum, er av heimsíðuni hjá Setrinum, er Bogi Bech Jensen frammanfyri navnframa Maclaurin Building 10, á MIT, har próvtøkumyndir ofta verða tiknar.
|









