Føroyingur millum størstu talentini í Danmark

Føroyskur landsliðsleikari er millum størstu talentini í donskum fótbólti

Tipsblaðið er í dag komið út við einum nýggjum lista yvir 12 leikarar, sum væntandi kunnu fáa sítt gjøgnumbrot í donsku Superliguni í ár.

 

Og millum teir 12 leikararnir, er ein føroyskur leikari. Leikarin, ið talan er um, er sjálvsagt Brandur H. Olsen, sum móti endanum av farna kappingarárið longu fekk sítt gjøgnumbrot í donskum fótbólti.

 

Tipsblaðið skrivar á heimasíðuni um Brandur.

 

-       Tann farligi føroyingurin. Føroyingurin fekk longu sítt gjøgnumbrot í farna kappingarárið. Hóast kappingin á miðvøllinum hjá FCK verður harðari í komandi kappingarárið, so verður heilt sikkurt spælitíð eisini funnin til Brand H. Olsen.

 

-       Brandur er ein málfarligur leikari, sum hevur eitt frálíkt spark. Harafturat hevur hann stóra trúgv á egin evnir, og eitt gott sinnalag.

 

-       Hæddarpunktið hjá Brandi var í mai, tá hann avgjørdi donsku steypafinaluna, men tað kunnu væl koma fleiri aðrar stórar løtur fyri føroyska landsliðsleikaran.

 

Brandur H. Olsen og FCK byrja nýggja kappingarárið tann 19 juli, tá Randers FC kemur á vitjan í Parkini.