– Vit vóru uppi við Amed í gjár, sum er beint við gosfjallið, og kavaðu. Vit løgdu ikki merki til nakran aktivitet við fjallið. Alt var sum vanligt. Men í morgun, tá vit skuldu til Amed við kundum, vóru vit noydd at avlýsa og fara til Padang Bai ístaðin. Har var støðan ein onnur í morgun. Tað »kavaði« við øsku, sum var sera óbehgalig fyri eygunum.
Soleiðis greiðir John Erik Eidesgaard av Eiði frá. Hann er staddur í býnum Sanur á Bali, har hann arbeiðir hjá einum kavarafelag og lærir til »divemaster«.
– Støðan her sum eri er rólig. Vit eru fyrireikað og hava fingið maskur frá fólki, sum arbeiða sjálvboðin, sigur hann og leggur afturat, at sunnanfyri á oynni er alt púra róligt.
– Vónandi spælir alt væl av, sigur hann.
Tað var í gjár, at gosið Agung fór at goysa fyri aðru ferð í eina viku. Fleiri altjóða flogfeløg halda tó fram við at flúgva til og frá Bali.
Og í dag siga fleiri av feløgunum, at tey framvegis meta um støðuna á vælumtóktu ferðafólkaoynni.
Bæði Qantas, Jetstar og Virgin upplýsa, at tey flúgva sum ætlað. Í gjár var flogferðsla annars órógvað, tá eldgosið Agung sproytaði eitt grátt øskuskýggj minst 1500 metrar upp í luftina, skrivar Ritzau.
Fleiri fráferðir frá býum í Avstralia, Hollandi og Malasia vórðu avlýstar ella broyttar í gjár og í morgun. Flogskiparar frá Jetstar upplýsa, at umstøðurnar eru munandi broyttar síðani í gjár.
– Flestu ætlaðu túrar til og úr Bali verða avgreiddir, ljóðar tað í fráboðan frá Jetstar í morgun sambært Ritzau.
Felagið ávarar tó kundar sínar um, at eldgosið og øskuskýggi er ógvuliga ring at at meta um. Tí kunnu flogferðir verða avlýstar ella broyttar við stuttari fráboðan.
Eldgosið í gjár hevði eitt størri øskuskýggj við sær, enn fyrra gosið týsdagin.
Tað siga katastrofumyndugleikarnir í Indonesia.
Umleið 25.000 fólk eru flutt burtur úr økinum kring eldgosið og flutt til fleiri hundrað herberg aðrastaðni á oynni.
Eftir gosið týsdagin broytt Singapore ferðavegleiðingina til Bali. Her vóru ferðandi ávarað um, at øskuskýggj kundu »ávirka flogferðsluna munandi«.
Bali, sum er kent fyri strendur og tempul, liggur í tí sonevnda »eldringinum«, sum er eitt seismiskt øki, har eldgos og jarðskjálvtar ofta eru.
Ferðafólkavinna er hornasteinurin í búskapinum hjá Bali, og í fjør vitjaðu fleiri enn fimm milliónir ferðafólk oynna.
Agung, sum er hægsta punkt á oynni, er á eystursíðuni á Bali í eitt sindur oman fyri 3.000 metra hædd. Síðstu ferð eldgosið goysti var í 1963. Tá kostaði eldgosið yvir 1.000 mannalív, skriva Ritzau/Reuters.
Niðanfyri síggjast myndir, sum John Erik Eidesgaard hevur sent okkum av Bali.










