TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr serliga jóla-fótbóltspanelið, sum var á Rás2, har føroysku landsliðsspælararnir í Vejle BK, Viljormur í Heiðunum Davidsen og Jóan Símun Edmundsson vitjaðu Rásarúmið.
Tosað var um fótbóltsyrkisleiðina hjá báðum, og nomið var eisini við avrikini á landsliðnum, og stóru upplivingarnar Viljormur og Jóan Símun hava havt á landsliðnum seinnu árini.
Sum vanligt er, tá fótbóltsútisetar vitja fótbóltspanelið var eisini rúm fyri nøkrum stuttligum og skeivum spurningum.
Jóan Símun og Viljormur burturlutaðu hvør sína signeraða Vejle BK troyggju, sum hepnir lurtarar í ávikavist Leirvík og í Klaksvík vunnu.