Sambært Ferðslutrygd, so er ilt at siga, hvussu mong brúka trygdarbelti í Føroyum.
– Men ein hugburðskanning, sum varð gjørd á vári 2010 vísti, at Føroyar liggja lægst í Norðurlondum, tá vit verða spurd, um vit altíð brúka bilbelti. Hetta ræður bæði fyri forsetur, baksetur og fyri buss, har vit liggja á ávikavist 87 prosent, 66 prosent og 34 prosent, sigur Ferðslutrygd, sum í hesum døgum hevur eitt átak við filmum at fáa fólk at brúka trygdarbelti.
Les meira um átakið VIÐ AT TRÝSTA HER
– Málbólkurin í hesum átaki eru føroyingar í aldursbókinum 15-24 ár. Vit vita, at tað í størri mun eru menn, sum láta lív, so filmarnir eru í fyrstu atløgu gjørdir til ungar menn. Harumframt til javngamlar kvinnur, sum ávirka teir og mótmæla, um teir ætla at koyra, vísir Ferðslutrygd á.
Ilt er at siga, hvussu mong brúka trygdarbelti í Føroyum. Men ein hugburðskanning, sum varð gjørd á vári 2010 vísti, at Føroyar liggja lægst í Norðurlondum, tá vit verða spurd, um vit altíð brúka bilbelti. Hetta ræður bæði fyri forsetur, baksetur og fyri buss, har vit liggja á ávikavist 87prosent, 66 prosent og 34 prosent.
– Vit vita, at 10 tey vandamestu árini í menniskalívi í ferðsluni eru frá 15-24 ár. Ferðsla hevur 1. pláss sum deyðsorsøk hjá fólki í aldrinum 15-24 ár, vísa utlendskar kanningar.
Tað eru fleiri orsøkir til at ung – og serstakliga menn – eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkum: Tað fyrsta er, at teir partarnir av heilanum, sum stýra impulsum og upplýsingum, tað vil siga at hugsa áðrenn ein handlar, ikki eru liðugt mentir, tá vit eru 18. Tí yvirmeta ung ofta tað, sum tey megna, og undirmeta vandastøður og taka fleiri kjansir. Tey uppliva ikki bilin sum eitt ábært stað, men heldur sum eitt frístað, har tey hava tíð og rúm bara vera seg sjálvi.
– Ung hava avmarkaðar royndir sum bilførarar. Hetta merkir, at tey kunnu feilmeta støðuna í ferðsluni. Hendan samansetingin at vera fúsur at taka kjansir í ferðsluni, samstundis sum mann hevur avmarkaðar royndir sum bilførari, kann vera ein álvarslig støða, har tað kann ganga galið. Tað vilja vit fyribyrjga við hesum átakinum, sigur Ferðslutrygd.










