Føroyingar til heilag støð á páskum

Føroyingarnir fara at ganga í fótasporunum hjá Mósesi og Jesusi

Á páskum fer eitt ferðalag úr Føroyum til heilagaðu støðini í Miðeystri, sum eru kend í bíbliuni, har ferðast verður í fótasorunum hjá bæðu Mósesi og Jesusi.

Tað er Ísraelmissiónin sum skipar fyri og umframt at uppliva páskahátíðina í Ísrael, verður eisini vitjað í Petra í Jordan, á Sinaifjalli í Egyptalandi, umframt á fleiri kendum, og minni kendum plássum í Ísrael.

 

- Á ferðini fara sum melda seg til, høvi til at uppliva bæði tær jødisku og tær kristnu páskirnar í heilaga landinum, og ikki minst fær ferðalagið høvið at fara á gudstænastu páskadag við ta tómu grøvina, sigur Ísraelmissiónin.

 

Tað verður gingið nokk so fitt á ferðini, og neyðugt er at vera hampiliga væl fyri, verður lagt afturat.
Ferðaleiðarar verða Frants Jensen, formaður í Ísraelsmissiónini, og Uni Næs, dómpróstur  

Myndin er av føroyskum ferðalagi í Petra í Jordan í 2012.