Føroyingar stoyta bensin á bálið hjá Sea Shepherd

Kjak á Rás2 seinnapartin í dag um Sea Shepherd og um, hvat føroyingar kunnu gera við felagsskapin

Ber tað til at gera nakað við mótmælisfólkini hjá Sea Shepherd, ið eru sum smásteinar í skónum hjá føroyingum?

Hetta er ein spurningur, ið verður reistur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

Tey, sum fara at kjakast um hetta eru Jacob Vestergaard, landstýrismaður við politiskari ábyrgd av grindarveiði, Hans Jákup Hermansen, umboð fyri Grindamannafelagið, og Ingi Sørensen, mótstøðumaður móti grindadrápi.   

 

Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, staðfestir, at grindadrápið á Sandi leygardagin, mintu okkum mest um eina Seals-atsókn í Persaraflógvanum, har servandir menn í fullum politibúna við serútgerð og í gummibátum, vóru meiri fjølmentir í samanstoytinum enn mótmælisfólkini hjá Watson, sum vaðaðu upp undir miðju í blóðsjógvi í teirra svørtu deydningabúnum.
 
- Tyrlurnar hurraðu í erva sum í einum álopi á talibanarnar í Helmand landspartinum í Afghanistan, meðan gummibátar rasaðu um kapp á vágni.
 
- Heimspressan fekk júst tað, sum yvirgangsfelagskapurin Sea Shepherd hevur tráað eftir í áravís: Feskt grindablóð við skærum kontrastum ímillum bláan sjógv og himmal aftur ímóti 35 svørtum neyðardýrum, skorin á háls og vaggandi í reyðum droyra í sjóvarmálanum, samstundis sum villir føroyingar runnu við línum at hála fongin upp á turt.
 
- Leiðslan hjá politinum var líka væl nøgd við avrikið hjá løgreglumonnunum Paul Watson.

- Hann slokti sær um munnin við tankan um, hvussu gott ”business” hann fær burtur úr teimum 35 grindahvalunum á sandinum heima á Sandi.
 
Óli Breckmann heldur, at tað er helst ikki smávegis, heimsins bláoygdu og religiøsu umhvørvistar, mest í Hollywood, síðan hava oyst Watson undir í pengum síðani leygardagin til at halda fram við herferðini móti Føroyum og føroyingum.
  

- So kann ein spyrja, um tað var rætt av okkum at geva teimum so góð kort í hondina, nú tey mundu vera við at geva skarvin yvir og rýma úr Føroyum undan regni, myrkri og kulda, nær tað skuldi verið – um eingin grind kom, og tey høvdu ofrað seg í eitt heilt summar til fánýtis.
 
- Grindin á Sandi var flúgvarabensin á bálið hjá teimum, tí loksins fingu tey løn fyri tolið, tey hava víst í summar.
 
Óli Breckmann sigur, at spurningurin er so, um nakað er at gera við hesar ófriðarkroppar, ið eru sum smásteinar í skónum hjá føroyingum.
 
Hann heldur, at tað ber neyvan til at lóggeva, so tey ikki sleppa inn í landið
 
- Hvat kunnu vit vænta av øðrum tiltøkum uttaneftir enn at hesa hesi Sea Shepherd fólkini við skøltum á eyðkennisbúnanum reikandi um landið hvørt summar?
 
- Verður føroysk ferðavinna rakt av avlýstum ferðaskipavitjanum og av ferðafólki, sum fer aðrastaðni?
 
Og kunnu vit vænta, at føroyskar fiskavørur verða boykottaðar fyri at noyða okkum at gevast at drepa grind, spyr Óli Breckmann.