Føroyingar stovna norrønt ungdómsfelag

Ung í Føroyum skulu samstarva betur við ung í hinum Norðurlondum

Nú skulu ung í Føroyum hava betur samstarv.

 

Tí verður fara ung í Føroyum nú at stovna eitt norrønt felag og tað verður stovnað á fundi í Norðurlandahúsinum seinnapartin leygardagin.


Laura Apol, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at í hesum sambandi kemur formaðurin í Föreningen Nordens Ungdomsförbund í Svøriki, Thorgny Arwidson, til Føroyar at vera við til stovnandi aðalfundin hjá Norrøna Ungmanafelag Føroyar, NUF.

 

Tá fer hon at greiða frá, hvussu tey í FNUF í Svøriki arbeiða við norðurlendskum samtarvi, eins væl og teimum serligu avbjóðingunum tey hava í Svøríki.

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya verður ein politiskt óheftur felagsskapur, sum leggur dent á at samskifta við hini feløgini í Norðurlondum um norðurlendska mentan, norðurlendsk samfeløg, søgu, mál og náttúru, eins væl og at gera samstarvið og sambandið millum tey norðurlendsku londini sterkari og betri.

 

- Hetta skal fremjast í verki við at skipa fyri ymsum norðulendskum tiltøkum, bæði í Føroyum og í hinum norðurlendsku londunum.


NUF verður fyri øll, sum eru 30 ár og yngri, men tey, sum eru eldri enn 30 ár kunnu vera stuðulslimir og eru somuleiðis meira enn vælkomin á stovnandi aðalfundin, siga fyrireikararnir.