Tað er at fegnast um, at føroyingar eru farnir at drekka minni. Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Sum vit fortaldu her á in.fo í gjár, er nýtslan av rúsdrekka hetta einasta árið minkað 0,3 litrar fyri hvørt fólki yvir 15 ár. Í 2102 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, tað sum svarar til 6,6 litrar av reinum alkoholi, men í 2013 er tað minkað niður í 6,3 litrar.
Les eisini: Rúsdrekkanýtslan í Føroyum er minkað
Karsten Hansen heldur avgjørt, at tað er miðvísa fyribyrgjandi arbeiðið, sum verður gjørt, ið nú ber frukt.
- Vit gera eitt stórt arbeiðið ímillum tey heilt ungu, sigur hann. Her sipar hann til SSP ráðgevingina, har endamálið at at fáa tey ungu at bíða sum longst, áðrenn tey drekka tann fyrsta snapsin. Tað er nettupp ímillum tey ungu, at arbeiðið fyrst og fremst skulu gera.
Les eisini: Rúsan má hava eitt stórt úrval av rúsdrekka
Men Karsten Hansen staðfestir, at málið er avgjørt at lækka nýtsluna enn meiri. - Eg havi ongar vónir um at seta eina null hugsjón út í kortið, tí tað eru eisini tey, sum drekka við máta uttan at tað órógvar arbeiði ella familjulív.
Hann heldur kortini, at nýtslan kann aldrin verða ov lítil og tískil arbeiðir hann við átøkum, sum kunnu fáa nýtsluna at minka enn meiri. Hann sigur, at hann hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera nøkur tilmæli um, hvørji átøk kunnu gerast fyri at minka um nýtsluna. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at hoyra, sum hava við rúsdrekka og fyribyrging at gera, at vita, hvussu tey meta um støðuna.
Karsten Hansen sigur, at fyrrenn hann hevur hoyrt allar partar og gjørt sær eina mynd av støðuni, vil hann ikki meta um, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Tær hoyringarnar verða í heyst og landsstýrismaðurin vónar at hann fær lagt uppskot fyri Løgtingið í hesum árinum um ein framtíðar rúsdrekkapolitikk.
|