Seks føroyskir innirógvarar eru í løtuni í Boston, har teir skulu luttaka í C.R.A.S.H. – B heimsmeistarakappingini í inniróðri
Nógv er líkt til, at føroyingar hava heilt serlig kappróðrarevnir. Fyri trimum árum síðani vann Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági C.R.A.S.H. – B heimsmeistarakappingina í inniróðri. Í morgin skulu seks føroyskir innirógvarar rógva somu 2000 metrarnar til somu kapping. Ein teirra, ið setist við rógvimaskinuna í annaðkvøld, er 23-ára gamla Eiðisgentan, Annetta Cecilia Eidesgaard, sum dagliga rør í Keypmannahavn.
- EM í Gladsaxe fyri einum mánaði síðani miseydnaðist ordiliga fyri meg. Tí hevur tað nógv at siga at eg kann koma aftur og gera tað gott. Tá tað er sagt, so fari eg sjálvandi eftir at rógva undir mina bestu tíð, sum er 7:09.1, sigur Annetta Cecilia Eidesgaard, sum kappast í opna bólkinum fyri kvinnur.
Yvir 2000 luttakarar
C.R.A.S.H. – B heimsmeistarakappingin fer fram á Boston University í morgin frá klokkan 14.00 og til morgunin eftir. Heili 2000 innirógvarar luttaka. Tískil er rómurin øgiligur, tá ið stóra mannamongdin hálar í rógvimaskinuna.. Hetta órógvar tó ikki Annettu Ceciliu Eidesgaard.
- Tað er sjálvandi spennandi at luttaka í einari kapping við so nógvum innirógvarum. Men eg royni at hugsa um tað, sum eg skal gera, og hvussu eg ætli mær at gera tað. Eg royni ikki at hugsa um, at hetta er ein heimsmeistarakapping.
Hon er tó sannførd um, at stóra mannamongdin kann gagna henna, tá ið sýran kemur í beinini.
- Eg ivist ikki í, at tað gevur eyka styrki, tá ið endaspurtinum skal setast inn, sigur Annetta Cecilia Eidesgaard úr Boston.
Umframt Annettu Ceciliu Eidesgaard luttaka Hjalmar Joensen, Jens Kristian Dam, Búgvi Poulsen, Toni Dam og Dánjal Martin Hofgaard í kappingini. Tey rógva millum klokkan 15.20 og 21.00 føroyska tíð. Kappingin kann streamast á www.rsf.fo og www.crash-b.org.