10. desember er altjóða mannarættindadagur, at heiðra og minnast fyrstu lýsingina um mannarættindi á ST aðalfundi í 1948.
Tað er í hesum sambandinum, at Amnesty International Føroya deild skipar fyri átakinum 'skriva fyri lívi'. Kring alt landi, ber í dag til hjá føroyingum at skriva til fólk, ið eru fyri órætti ella avvarandi myndugleikarnar, sum revsa hesi fólkini.
- Í ár hava vit valt trý mál at skriva fyri, og áhugin hjá føroyingum er stórur at skriva. Man kann senda samhugabrøv, sum í ár verða send varskógvaranum, Chelsea Manning, ella til áheitanarbrøv til avvarandi myndugleikar, sum í ár fara kvinnurættindi og ein drong, ið av órættum er dømdur deyðarevsing. Vit siga tað, at hvørt bræv ger mun, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty International Føroya deild.
Hon vísir á, at tað er ein avbjóðing at fáa fólk at skriva, men tað hevur tó gingist væl at fáa føroyingar at senda brøv.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Katrin á Neystabø