Íløgan er longu gjørd. Havnaøkið á Sundi og stóri goymslubygningurin á Sandvíkahjalla eru har. Sund er avbera vælegnað til útgerðarhavn, og goysmlubygningurin á Sandvíkahjalla passar sum fótur í hosu í eina komandi føroyska frálandavinnu. Hetta sigur stjórin í skotska samtakinum ASCo, Donald Michie. ASCo og Tórshavnar Skipasmiðja fara nú at stovna eitt føroyskt-skotskt felag, sum skal reka eina oljuútgeðarhavn á Sundi
Stendur tað til Tórshavnar Skipasmiðju og Tórshavnar Kommunu, verður Sund framtíðar oljuútgerðarhavnin í Føroyum. Fyrireikingar til eina bæði stóra og áhugaverda verkætlan eru loksins lidnar. Avtala er gjørd millum Tórshavnar Kommunu og Tórshavnar Skipasmiðju um leigu av einum stórum parti av havnaøkinum á Sundi. Haraftrat er gjørd jointventure-avtala millum Tórshavnar Skipasmiðju og risastóru skotsku frálandafyritøkuna, ASCo um eitt samarbeiði. Ætlanin er at stovna eitt felag, ASCo Føroyar, sum føroyingar og skotar eiga helvt um helvt. Fyritøkan skal so reka komandi oljuútgerðarhavnina á Sundi.
Tveir dagar eftir, at ætlanin hjá danska felagnum Danbor Service og áhugamálum í Suðuroynni at gera út Drelnes til oljuútgerðarhavn varð avdúkað, var stór samkoma í gjár í býráðssalinum í Havn, har Sunds-verkætlanin varð løgd fram fyri politikarar, vinnulívsfólk, pressuna oo.
Tað hevur verið arbeitt miðvíst við hesi ætlanini í tvey ár. Kommunan og Skipasmiðjan hava gjørt ymsar kanningar og eru komin til, at Sund er vælegnað til framtíðar oljuútgerðarhavn, nú farið verður at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum.
Bæði Poul Mohr, stjóri og Leivur Hansen, býráðsformaður, eru samdir um, at Sund er rætta plássið til eina útgerðarhavn, og tí fegnast teir um, at tað nú hevur eydnast at fáa eina avtalu í lag um leigu av økinum á Sundi. Býráðsformaðurin hevur áður sagt, at nú íløga er gjørd í havnaøkið á Sundi, tørvar henni bert at fáa bein at ganga á.
Og at syrgja fyri tí skal m.a. roynda og kenda skotska felagið ASCo. Á samkomuni í býráðssalinum í gjár greiddi marknaðarstjórin hjá fyritøkuni, Donald Michie frá verkætlanini og samstarvinum við Tórshavnar Skipasmiðju.
ASCo - ein risi í oljuverðini
ASCo er ikki ein og hvør í oljuverðini. Fyritøkan rekur fleiri oljuútgerðarhavnir og arbeiðir bæði í Skotlandi, Onglandi, Skotlandi, Danmark og Noregi.
Hon arbeiðir fyri ikki færri enn 90 offshoreinstallatiónir í Norðsjónum og á Atlantsmótinum og hevur langtíðarleigað ikki færri enn 60 útgerðar- og hjálparskip.
Donald Michie heldur útviklingin á Atlantsmótinum og her ikki minst Føroyum vera ótrúliga spennandi, og hann sær fegin eitt tætt samstarv millum skotskar og føroyskar fyritøkur. Samvinnan millum ASCo og Tórshavnar Skipasmiðju er so bert ein byrjan.
?Sund Offshore Supply Base? er útlendska navnið fyri útgerðarstøðina á Sundi. Donald Michie er sannførdur um, at Sund er vælegnað til útgerðarhavn og vísir m.a. til fleiri av oljufeløgunum, sum hava sagt gott fyri hesum plássinum. Persónliga heldur hann havnaøkið á Sundi vera eitt sera kærkomið høvið hjá føroyingum at fáa eina útgerðarhavn uttan at skula brúka nevniverdugan penga til íløgur. -Tað má kennast, sum at hava vunnið í happadráttinum, at her skal liggja ein havn við stórum upplandi klár til at taka ímóti eini komandi oljuvinnu sigur hann og heldur fram:
-Her eru so nógvir fyrimunir, at tað vildi verið sera undrunnarvert, um føroyskir myndugleikar og vinnulívið ikki taka av avbjóðingini og gera brúk av øllum møguleikum á Sundi.
At íløgan longu er gjørd er so eitt. Men annað er, at Sund liggur so ómetaliga sentralt til eitt nú hópin av tænastuveitandi fyritøkum, t.d. í Havnini og á Skálafjørðinum. Men eisini aðrir partar av landinum kunnu hava fyrimun av, at útgerðarhavnin liggur á Sundi.
Donald Michie vísir eisini á, at her er ikki so langt til flogvøllin heldur. Hann leggur tó alstóran dent á, at henda havnin kemur ikki at nerva hvørki fiskivinnu ella samferðsluna.
Stórur goymslubygningur bíðar
Sera týdningarmikið í øllum hesum er eisini, at Tórshavnar Skipasmiðja á Sandvíkahjalla hevur ein risastóran 1. floks goymslubygning, sum er framúr væl egnaður til at nøkta tørvin hjá eini útgerðarhavn. At hesin bygningurin liggur nakað frá havnaøkinum hevur ikki so nógv at siga. Tað týdningarmesta í hesum er tann sannroynd, at tú skal ikki til at gera nýggjar íløgur í dýrar goymslubygningar. Bygningurin á Sandvíkahjalla, sum rúmar 4800 kvm. og einum stórum asfalteraðum øki uttanfyri, passar sum fótur í hosu til eina komandi frálandamenning á Sundi heldur Donald Michie. Hann er heilt ovfarin av, hvussu vælútgjørdur bygningurin er. -Eg kann bert siga, at her liggja tvær stórar óbrúktar íløgur, ein risastórur goymslubygningur og ein stór havn, sum bara bíða eftir eini komandi oljuvinnu. Tá má hava nógv at siga fyri búskapin, at tit ikki skulu til at byggja upp heilt av nýggjum.
Tá vit spurdu Donald Michie um Drelnes-verkætlanina er hann skjótur at svara. Hann ivast ikki eina løtu í, at Sund er avgjørt tað best egnaða plássið til eina útgerðarhavn í Føroyum. Sjálvur hevur hann verið kring landið og hugt at møguleikunum, og niðurstøðan er púra greið.
Hvat viðvíkur atfinningunum móti Sundi, sum vórðu førdar fram av umboði fyri AP Møller í vikuni sigur Donald Michie, at tær eru ógrundaðar. Havnin á Sundi er avbera væl egnað til at taka ímóti útgerðarskipum í mong mong ár fram í tíðina. At tørvur verður á at gera ábøtur ol., tá olja er funnin og ein útbygging av feltunum skal fara fram, er nakað annað.
Donald Michie vísir eisini aftur pástandunum um, at siglingartíðin millum feltið og útgerðarhavnina hevur so nógv at siga. Tú hevur ein langtíðar leigusáttmála, og nakrir tímar í siglingartíð meira hava onga sum helst negativa ávirkan sigur hann.
-Eg skal ikki leggja meg út í tjakið um, hvar føroyingar vilja hava eina útgerðarhavn. Eg kann bert sum professionellur á økinum og út frá okkara mongu royndum enn einaferð siga, at Sund er framúr gott pláss til eina útgerðarhavn.
Hann heldur, at føroyingar ikki eiga at gloyma, at bæði havna- og goymslufacilitetir, sum eru alfa og omega fyri eina útgerðarstøð, longu finnast, og at tú harvið ikki skal til at brúka nógva orku og nógvan pening til at byggja hetta upp av nýggjum. Og skuldi tað hent, at eingin olja finst, tá hevur tú ikki gjørt nakrar óneyðugar samfelagsligar íløgur. Tá vóru tær har longu frammanundan.
Hjálp frá Stavanger og Peterhead
Donald Michie heldur annars, at arbeiði teirra í bæði Norðsjónum og vestan fyri Hetland kann koma gongdini í Føroyum væl við. Tað er heldur ikki óhugsandi, at mongu skipini teir hava langtíðarleigað til uppgávur í Norðsjónum og vestan fyri Hetland kunnu gera brúk av føroyskum tænastuveitingum.
Av tí at ASCo hevur útgerðarhavnir í bæði Peterhead og Stavanger, kunnu hesar verða sokallaðar hjálparstøðir hjá eini støð á Sundi. So trýkanturin Sund, Stavanger og Peterhead kann gerast ein týðandi táttur í allari leitingini á Atlantsmótinum.
ASCo hevur annars gott samstarv við fleiri oljufeløg. Nøkur av teimum eru Shell, Phillips, Marathon, Elf, Enterprise, Mobil, Texaco, BP, Statoil, Arco, Amoco, Amerada Hess, Esso ofl., alt feløg, sum eisini vilja vera við í leitingini á føroyska landgrunninum.
Donald Michie frá ASCo sigur, at økið á Sundi kann takast í brúk nærum alt fyri eitt, um tað skuldi verið neyðugt. Hann heldur, at nýggja felagið ASCo Føroyar kann fáa stóran týdning fyri føroyska búskapin. Tað kann vera við til at fáa gongd á smáídnaðin og útvega arbeiðspláss. Eisini kann felagið vera við til at útbúgva arbeiðsmegi, harav venjing kann fara fram bæði í Noregi og í Bretlandi.
Eisini kann felagið vera við til at menna ídnaðin í Føroyum, eitt nú til at umvæla oljupallar. -Samanumtikið dámar okkum avbera væl hetta samstarvið við Tórshavnar Skipasmiðju. Her er sjálvandi talan um forrætning, men eg haldi, at tit eiga eitt so ótrúliga vakurt land, at tað er eisini sera umráðandi at fara fram á rætta hátt. Og her kunnu royndirnar hjá ASCo koma væl við heldur Donald Michie.