Føroyskir myndugleikar fara aldrin at lata seg kúgað av einum felagsskapi, sum Sea Shepherd.
Tað var sólarklári boðskapurin frá Magna Arge, Fólkatingsmanni, í hoyringini á Fólkatingi í dag um grindadráp.
Tað var Føroyanevndin, sum skipaði fyri og formaðurin í nevndini, Sjúrður Skaale, hevði eisini boðið umboðum fyri Sea Shepherd við til hoyringinga, fyri eisini at hoyra teirra sjónarmið.
Og Magni Arge gjørdi stjóranum í Sea Shepherd, Alex Cornelissen, púra greitt, at føroyskir myndugleikar viðurkenna ikki Sea Sea Shepherd, tí tað fer so harðliga fram, at at setir bæði mannalív og ognir í váða.
Tað sóu vit seinast í grindini í Sandavági, tá ið skjóttgangandi bátur frá Sea Shepherd, sigldi tvørtur ígjøgnum eina grind og saksaði fleiri hvalir upp.
Magni Arge gjørdi somuleiðis greitt, at føroyingar fara aldrin at lata seg kúgað av felagsskapum.
Hann vísir á, at grindin hevur stóran búskaparligan týdning, tí hon gevur okkum ókeypis mat á borðið, men hon hevur eisini mentanarligan týdning, sum samanbindur okkum, og sum samanbindur ættarliðini.
- Summir djóraverndarfelagsskapir hava ført eirindaleysar herferðir ímóti veiðimannamentanini í Kanada og í Grønlandi, og avleiðingin av tí hevur verið ein arktiskur sorgarleikur, har tilveran er skrykt undir veiðimannasamfeløgunum.
Djóraverndarfelagsskapir hava eina uppfatan av djórum, sum næstan er átrúnaðarlig, tí teir leggja púra einki í, um talan er um burðardygga veiði, teir leggja einki í, hvussu havdálking ávirkar okkum og teir leggja einki í, hvat millumlanda sáttmálar, siga.
- Tað mest víðgongda, eg havi hoyrt, er, at á eini ráðstevnu í Finnlandi, varð tosað um, at springarar skuldu verða umfataðir av mannarættindasáttmálanum. Men har máttu tey geva skarvin yvir, tí tey funnu onga loysn upp á trupulleikan, hvussu tey skuldu beta seg at at avhoyra springarar, skuldi eitt rættarmál tikið seg upp.
Magni Arge, er sannførdur um, at limirnir í djóraverndarfelagsskapum eru hampafólk. Men tey eru villeidd.
- Djóraverndarfelagsskapir legga seg bara eftir at verja vill súgdjór í havninum. Teir verja yvihøvur ikki grísar, hósnarungar og neyt, sum liva í búrum, til tey verða slaktað.
- Eg haldi, at tað er tí at tað hevði rakt búskaparligu áhugamálini hjá stórum londum ov hart, og har høvdu felagsskapirnir tískil fingið harðari mótstøðu. Afturfyri eru lættari at leypa á fámentu veiðimannasamfeløgini í Norðurhøvum.
Men Magni ger púra greitt, at føroyingar fara aldrin at lata seg kúgað av felagsskapum.
- Rætturin tilat gagnnýta okkara náttúruríkidømi burðardygt, er grundleggjandi fyri føroyingar. Og vit fara aldrin at lata okkum kúgað av herferðum, sum hesari hjá Sea Shepherd og sleppa okkararætti til at gagnnýta okkara náttúruríkdømi, segði Magni Arge.
- Men vit taka fegin lut í eini ordiligari viðger við tí endamáli at semjast um, hvussu havsins ríkidømi kann gagnýtast burðardygt, eisini í framtíðini, legði hann afturat.
Og hann vildi fegin, at spurningurin um dálking av heimsins høvum verður ein partur av hesi viðgerðini.