Frá í ár kunnu næmingar á yrkisútbúgvingum úr Føroyum og Grønlandi búgva á skúlaheimi sínum í Danmark frí- og halgidagar.
Tað skrivar Barna- og undirvísingarmálaráðið í Danmark í tíðindaskrivi.
Næmingar, sum enn eru í ferð við at gera sína yrkisútbúgving lidna, fáa nú møguleika at gista á skúlaheimi, har tey eru saman við øðrum ungum á útbúgvingini og kunnu luttaka í ymiskum tiltøkum. Nógv tey flestu skúlaheimini bjóða gisting um vikuskiftið, men hjá næmingum úr øðrum pørtum av Kongaríkinum kann tað vera trupult at finna eitt stað at gista í ferium og halgidøgum, tá skúlaheimini eru stongd.
Men frá í ár kunnu næmingar í yrkisútbúgvingum úr Føroyum og Grønlandi gista skúlaheimum frí- og halgidagar, undantikið í summarfrítíðini.
Hetta merkir, at skúlaheim við næmingum úr Føroyum og Grønlandi nú fáa stuðul til næmingar úr Føroyum og Grønlandi, soleiðis at tey kunnu hava opið teir dagarnar. Samstundis verður tað ein treyt fyri stuðulin hjá skúlaheimunum, at tey hava opið fyri næmingum úr Føroyum og Grønlandi í feriu og frítíð. Eisini verður heitt á skúlaheimini um at yvirhøvur hava opið um vikuskiftið til næmingar, sum hava tørv á tí. Henda áheitan er yvirhøvur galdandi fyri næmingarnar á skúlaheimunum og er ikki avmarkað til næmingar úr Grønlandi og Føroyum.
Átakið er ætlað at tryggja grønlendskum og føroyskum lesandi meira smidleika í ferium og frídøgum, har fjarstøðan til Grønland og Føroyar kann gera tað trupult at ferðast heim.
“Øll ung í Ríkinum skulu hava góðar møguleikar at taka eitt yrkisskeið, um tey ynskja tað. Eg eri tí sera fegin um, at vit nú hava funnið eina loysn, har lesandi úr Føroyum og Grønlandi ikki noyðast at brúka tíð og pening uppá at ferðast heim ella at finna onnur støð at búgva í frídøgum. Eg vóni, at hetta merkir, at vit í framtíðini fara at útbúgva fleiri dugnalig fólk úr Føroyum og Grønlandi,” sigur barna- og undirvísingarmálaráðharrin í Danmark, Mattias Tesfaye.
Betri møguleikar fyri seturskúlum
Átakið er partur av avtaluni millum stjórnina og ein breiðan meiriluta í fólkatinginum um eina munandi styrking av yrkisútbúgvingum frá mai 2025. Avtalan hevur játtað 2,5 milliónir krónur árliga frá 2026 og frameftir til skúlaheim at halda opið næmingar úr Føroyum og Grønlandi í frídøgum og halgidøgum.
Harumframt varð møguleikin at sleppa inn á donsk skúlaheim slakaður við avtaluni, soleiðis at næmingar við ferðatíð upp á niður til trý korter til sína útbúgving kunnu sleppa inn á skúlaheim til árslok 2029. Fyrr skuldu teir hava minst fimm korter av ferðatíð til sína útbúgving.
Skúlaheim kunnu vera við til at skapa góðar sosial karmar í yrkisútbúgvingar. Við avtaluni samdust partarnir í avtaluni eisini um at játta 2,5 milliónir krónur árliga frá 2026 at rokna til at styrkja sosialu umhvørvini á skúlaheimum á yrkisskúlunum.
Les nýggju vegleiðingina til skúlarnar
Danska stjórnin og ein breiður meiriluti á Fólkatingi hava gjørt tilsamans tríggjar avtalur, sum tilsamans raðfesta stívliga eina milliard krónur til yrkisútbúgvingar frá 2030 at rokna.










