Tá annað liveshowið í X Factor kappingini hjá Danmarks Radio verður sent í kvøld, kunnu føroyingar eisini vera við í atkvøðugreiðsluni.
Sambært Jan Mortensen, privatkundastjóra á Føroya Tele, so er áhugin fyri at atkvøða í X Factorkappingini ikki so stórur, sum hann hevur verið fyrr.
– Seinasta fríggjakvøld vóru tað 1.366, sum atkvøddu við SMS hjá okkum, sigur Jan Mortensen.
Borið saman við onkrar av kappingunum fyri nøkrum árum síðani, so kundi atkvøðutalið úr Føroyum fara væl upp um 20.000, sigur Jan Mortensen.
Av teimum 1.366, sum atkvøddu fríggjakvøldið, atkvøddu meginparturn fyri Jógvani, eini 90 prosent.
Jan Mortensen sigur, at fólk við talutíðarkorti mugu tryggja sær, at tey hava pengar á kontonini, áðrenn tey atkvøða, tí hava tey ikki tað, so fer atkvøðan ikki í gjøgnum.
– Vit síggja í okkara skipan, at nøkur fólk hava atkvøtt, uttan at pengar hava verið á kontoini, og tá fáa tey boð um, at atkvøðan ikki er skrásett.
Men tað ber nú eisini at atkvøða við serligu app'ini, sum gjørd er til X Factor. Á tann hátt er ókeypis at atkvøða. Á Føroya Tele vita tey av góðum grundum ikki, hvussu nógv hava atkvøtt tann vegin.
Sambært Danmarks Radio, so valdu nógv tey flestu fríggjakvøldið at atkvøða við appini – fyrstu ferð hetta var møguligt.
– Heili 250.000 atkvøðu komu inn við appini fyrsta kvøldið – meðan aðrar 80.000 komu inn sum sms gjøgnum 1212, har tú skalt rinda eina krónu pluss takst fyri at atkvøða.
X Factor appin kann heintast í App Store ella Google Play.