Landsstýrið í Føroyum setir donsku stjórnini alt ov lin krøv í sambandi við ósemjuna um uppsjóvarfiskin.
Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, nú Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðuna hjá Løgmanni.
Hann staðfestir, at tað var danska stjórnin sjálv, við stuðuli í Føroyum, gav ES eina stóra sildakvotu miðskeiðis í nítiárunum, hóast eingin sild er í ES sjógvi.
- Høvdu vit havt tað kvotuna, ES hevur fingið av órøttum, hevði okkara kvota verið nøktandi.
Men nú eru danir greiðir yvir, at ósemjan um uppsjóvarfiskin kann birta uppundir eina tjóðskaparliga veking í Føroyum.
- Tí er danska stjórnin nú farin at spæla sjónleik og letst at vilja hjálpa okkum.
- Meinti danska stjørnin nakað við hetta, hevði hon gjørt ES greitt, at ES eigur einki í hesi kvotuni og má geva hana frá sær.
- Men ístaðin spælir danska stjórnin sama leiklut sum ES og roynir at noyða okkum til samráðingarborðið við eini hóttan um boykott, við tí endamáli, at vit skulu frágeva okkum okkara rætt.
- Og var nakar ryggur í landsstýrinum, kravdu vit av donsku stjórnini, at hon kravdi at ES gevur kvotuna frá sær, annars taka vit loysing.
- So skal eg lova tykkum fyri, at umstøðurnar høvdu verið broyttar beinanvegin, sigur formaðurin í Tjóðveldi.