Føroyingar koyrt bil í 99 ár

Í dag eru 99 ár síðani, at fyrsti bilur kom til Føroya. Tað var tann 6. mai í 1922, at ein Ford T lastvognur kom ið DFDS-skipinum »Island« á Havnina.

Tað vóru teir báðir seinni so kendu bilmenninir í Havn, Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen, sum innflutt fyrsta bilin, sum teir høvdu selt til teir báðar Johannes Olsen (Johannes undir Kletti) og Júst Sivertsen í Havn.

Júst Sivertsen (føddur í 1892) var kendur bilførari í Havn. Men Johannes Olsen (føddur í 1894) doyði longu í 1924 av vanlukku, tá ein ketil sprongdist á nýggja Alexandrines Hospitali.

Tað vóru nógv fólk niðri á Kongabrúnni hendan dagin, tá bilurin skuldi fáast í land. »Island« kundi ikki leggja at, so bilurin bleiv førdur í land á einum prámi. Hann kom upp á land á einum skráa, sum var á Kongabrúnni. Farvegurin av honum sæst enn í bryggjukantinum, har jarnbesløgini framvegis síggjast. Tað er nakað innan fyri bátadráttin, sum er innan fyri Bursatanga.

Oluffa í Gongini, sum var syskinabarn Johannes undir Kletti, var 10 ára gomul hendan dagin í 1922, og hon mintist dagin væl. Hon hevur í Sosialinum áður greitt frá, at eingin dugdi at koyra bilin, tá hann kom í land, og tí var hann skumpaður niðan í Quillingsgarð í smiðjuna hjá Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen.

##med2##

 

##med3##

– Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Tað var danin, William Planck (pápi Viggo Plank), sum lærdi hann at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa.

Hannis førdi Reyða Kross, men fór seinni á hospitalið at arbeiða sum montørur, sum tað kallaðist.

– Tá haldi eg, at Júst tók yvir bilin, segði Luffa.

Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina minnist Luffa ikki reiðiliga.

– Men teir koyrdu við fólki, tað minnist eg væl. Teir koyrdu túrar niðan á Sanatoriið og aðrar túrar við. Minnist meg rætt, kostaði tað 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Eg minnist væl, at Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini.

Um bilin sigur Luffa, at hon heldur hann var svartur ella rættuliga myrkur. Hann hevði ikki el-startara, men skuldi vindast í gongd.

Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum var dani, vóru giftir við hvør sínari systir. Teir høvdu siglt saman og komu tá at kennast. Teir høvdu fyrstu árini verkstað saman og umboðaðu fyrstu árini Ford í Føroyum og høvdu verkstað í Quillingsgarði. Seinni fingu teir eisini umboð fyri Chevrolet, og tá máttu vegir teirra skiljast soleiðis at fata, at teir kundu ikki umboða bæði bilmerkini.

Tað endaði við, at Wenzel Petersen fekk Ford umboðið og Vilhelm Nielsen fekk Chevrolet umboðið.