Føroyingar hava nógv um oyruni í desember

Nógv tiltøk eru at fara til í jólamánaðinum, og spyr.fo hevur vegna in.fo spurt, hvørji jólatiltøk føroyingar fara til í desember og í sambandi við jólini. Kanningin vísir, at munur er á hvørji tiltøk, vit fara til, alt eftir kyni, aldri og hvar í landinum vit búgva.

 

19 prosent av teimum ungu millum 15 og 24 ár fara ikki til nøkur jólatiltøk í desember. 37 prosent av havnarfólki fara í kirkju, meðan 67 prosent av fólki í Norðurstreymoy og Vágum fara í kirkju. 60 prosent av teimum millum 25 og 44 ár fara til tiltøk í barnagarði og skúla. Toppskorarin av jólatiltøkunum er tó jólafrokosturin, har 74 prosent av teimum spurdu fara til jólafrokost.

 

 

 

 

<script id="infogram_0_jolatiltok-311900" title="Jólatiltøk" src="//e.infogr.am/js/embed.js?05h" type="text/javascript"></script>