Danskarar tosa ov nógv! Tað er eitt páhald, sum viðhvørt er at hoyra ímillum føroyingar. Men nú vísir ein nýggj kanning, Lóður hevur gjørt við Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, at hetta er ikki bara nakað, sum viðhvørt verður sagt í skemti.
Kanningin vísir nevniliga, at í veruleikanum er tað nettupp soleiðis at nógvir føroyingar fata danskarar, at teir tosa ov nógv.
Í kanningini eru føroyingar spurdir, hvat teir halda er eyðkent fyri danskarar og har svara heili 56 prosent av føroyingum, at teir halda, at danir tosa ov nógv. Hinvegin halda eisini 12 prosent av føroyingum, at danir eru beturvitnir, ella at teir halda seg vita alt. Átta prosent av føroyingum halda, at danir eru hástórir og bara fimm prosent av føroyingum halda, at danir hava virðing fyri føroyingum
Men føroyingar halda eisini, at danir hava fleiri góðar eginleikar. Í hesum sambandi halda 42 prosent av føroyingum, at danir møta til tíðina, 37 prosent halda, at danir eru blídligir og níggju prosent halda, at danir eru arbeiðssamir.
|