Norðurlandaráðið hevur fyrrapartin einmælt samtykt eitt uppskot frá Helga Abrahamsen og Høgna Hoydal um, at Norðurlond skulu fara undir tættari samstarv á krabbameinsøkinum.
Talan er ítøkiliga um, at Norðurlandaráðið, Norðurlendska Ráharraráðið og Norðurlendska krabbameinsfelagið, NCU, skulu samstarva um krabbameinsgransking og -viðgerð.
– Hetta verður á dagskránni hjá øllum norðurlondum frameftir, at samstarvað verður á krabbameinsøkinum, sigur Jákup N. Olsen, sum í løtuni er formaður í norðurlendska krabbameinsfelagnum.
– Eisini fer hetta at merkja, at tá vit tosa um fyribyrging, so verður tað sama gjørt í øllum norðurlondum.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.