Føroyingar eru størstu luksusdýr í verðini

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, er vónbrotin og hann gevur føroyingum av grovfílini

Herfyri legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður eitt rættiliga sermerkt uppskot fyri Løgtingið. Tað var, at allir føroyingar skuldu kunna melda seg til eina skipan, har teir rindaðu tvey prosent av lønini í eina serliga pulju. Og tað skuldu føroyskar fyritøkur eisini kunna gera. Tað, sum kom í puljuna, skuldi brúkast til at at seta ístaðin fyri donsku ríkisveitingina úr Danmark, si at hon kann verða lækkað.

 

Men tað fekk onga undirtøku, tí tað var bara Páll á Reynatúgvu sjálvur, sum atkvøddi fyri tí. Tað var ikki so frægt sum tað, at hansara egnu floksfelagir í Tjóðveldi atkvøddu fyri. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at uppskotið vendir sosialt skeivt, tí tvey prosent av lønini er eitt stórt gjald hjá verkafólki, men tað hevur ongan týdning hjá fólki við góðari løn.

 

Og Páll á Reynatúgvu dylur ikki fyri, at hann er vónbrotin av støðuni hjá Løgtinginum, og hjá føroyingum sum heild. Og hann gav Løgtinginum, og føroyingum sum heild, av grovfílini.

 

– Samstundis sum vit vilja sleppa at vera vaksin fólk, vilja vit ikki sleppa fíggjarligu bindingini, vit hava við Danmark, staðfestir hann. Kunnu vit ikki semjast um tað politiskt at niðurlagað ríkisveitingina, kundu vit í minsta lagi givið fólki møguleikan at tikið støðu sjálvi, sigur hann. Tað er eitt sindur ússaligt, at Løgtingið ikki vil lata føroyingar sjálvar sleppa at taka støðu til ríkisveitingina.

 

– Tað er rættiliga forkelað, at vit senda øðrum rokningina, hóast vit búgva í einum av heimsins ríkastu londum, heldur løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi. Hann sigur, at tað følist ófatiliga syrgiligt at tað er so lítil stirðil í føroyingum, at vit ikki sjálvi vilja rinda tað, sum tað, sum, tað kostar at reka samfelagið.

 

Hann sigur, at tað følist ófatiliga ússaligt av einum fólki, sum er so væl útbúgvið, sum vit og sum hevur fingið so ótrúliga stórar gávur, sum vit, har vit hava fingið eina slíka yvirflóð av náttúrutulfeingi, sum eingin onnur tjóð í heiminum.

 

– Men kortini siga vit, at tað er ikki nokk, men at vit mugu hava meiri. Tað følist sum um at vit sita við rokaðum tallerkum og hava bæði hvítvín og reyðvín afturvið, men kortini, siga vit, at hetta er ikki nóg mikið til okkum, tí vit eru størstu luksusdýr í verðini. Vit skulu hava alt tað, vit hava fingið, men kortini vilja vit hava nógv afturat.

 

– Tað er ótrúliga hugstoytt, at skula uppliva tað sigur Páll á Reynatúgvu.