Føroyingar á TV3 Sport1

Í dag ber til at síggja Vejle, sum hevur tríggjar føroyskar spælarar, spæla móti Lyngby

Seinna háæva av kappingin í næstbestu deildini í Danmark er skotin í gongd. Í dag skal Vejle, við Viljormi Davidsen, Jóan Símuni Edmundsson og Sonna Ragnar Nattestad á liðnum, spæla móti Lyngby. Dysturin verður vístur á TV3 Sport1.

 

Vejle er blivið eitt satt føroyingafelag síðani í vetur, tá Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad komu til felagið, sum longu hevði Viljorm Davidsen í hópinum.

 

Vejle liggur miðskeiðis á stigatalvuni í næstbestu deildini. Teir liggja nummar sjey við 21 stigum, meðan Lyngby liggur á øðrum plássi við 37 stigum.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.