Julian J. Kragesteen, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger kunnu stórfegnast um ein ótrúligan sigur á útivølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Viking TIF sum hevði fult stigatal, 34 stig fyri 17 dystir tók í dag móti Ryger Stavanger, og var stórur favorittur til at vinna dystin.
Men tað ótrúliga hendi, at føroyingaliðið í Stavanger vann dystin 34-33. Kjetil Johansen skoraði sigursmálið fyri Ryger tá bert fýra sekund vóru eftir.
Frá byrjan av var Ryger væl við í dystinum, og í steðginum var liðið úr Stavanger á odda 17-15.
Tróndur skoraði tvey og legði upp til trý mál, og Julian skoraði eitt og legði upp til eitt mál.
Ryger Stavanger er nummar fimm í deildini við 24 stigum fyri 18 dystir. 10 stig eru upp til oddaliðið, Viking TIF.