Føroyingaliðið í Kristiansand stríddist manniliga móti oddaliðnum

Kristiansand tók í dag móti Kolstad, ið enn ikki hevur sett stig til í bestu norsku hondbóltsdeildini

Helgi H. Hoydal, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu stóra og tunga uppgávu í heimadysti í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Greiða oddaliðið, Kolstad sum enn ikki hevur sett eitt stig til var á vitjan í Kristiansand.  

 

Tað gekk heiðurliga hjá Kristiansand sum tapti 27-33 fyri Kolstad. Í steðginum var Kolstad á odda 15-19. Kolstad var burtursæð frá støðuni 2-2 í byrjanini av dystinum á odda allan dystin, men tað sá ongantíð ljótt út hjá Kristiansand móti liðnum, ið hevur 34 stig aftaná 17 dystir. 

 

Kristiansand er nummar átta í deildini við 14 stigum.

 

Helgi skoraði trý mál, og Pauli legði upp til sjey mál hjá Kristiansand í dag.