Heimavøllurin á Heimey hevur verið ein góður skansi hjá føroyingaliðnum á Vestmannaoyggjunum, ÍBV.
Men í dag vóru Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og hinir hjá ÍBV fyri fyrsta tapinum á heimavølli hetta kappingarárið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
FH vann ein sera tepran 29-28 sigur á ÍBV. Arnór Viðarsson skoraði sigursmálið til 29-28 tá fá sekund vóru eftir á klokkuni.
ÍBV var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og var eisini á odda 16-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk tað verri í hond hjá heimaliðnum, og seinastu løtuna mistu teir alt.
Janus skoraði trý mál og Dánjal skoraði eitt mál fyri ÍBV í dag.
ÍBV er nummar fimm í deildini við átta stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Valur sum hevur 12 stig.