Eitt føroyingalið var í leiki í næstbestu hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.
Í Frederiksbergs Opvisnings høllini tóku Janus Dam Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF móti Tønder.
Tað lá í kortunum, at talan fór at vera um ein javnan dyst, men tað gjørdist alt annað. Tønder vann stórsigur 37-22. Í steðginum vóru suðurtjútlendingarnir á odda 19-12.
Janus skoraði trý mál, og Leivur skoraði eitt mál fyri heimaliðið.
FIF er fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Støðan:
##med2##












