Føroyingafelagið á Fjóni alt ov lítla undirtøku

– Tað er lættari sagt enn gjørt at skipa fyri tiltøkum sum t. d. ræstkjøtaveitslum, kafékvøldum, seyðarhøvdaveitslum við meira, tá ið tað er so sum so við undirtøkuni. Hetta skal tó ikki misskiljast, tí vit eru fegin um tey, ið eru trúføst og koma til øll okkara tiltøk.

– Tað er lættari sagt enn gjørt at skipa fyri tiltøkum sum t. d. ræstkjøtaveitslum, kafékvøldum, seyðarhøvdaveitslum við meira, tá ið tað er so sum so við undirtøkuni. Hetta skal tó ikki misskiljast, tí vit eru fegin um tey, ið eru trúføst og koma til øll okkara tiltøk.

 

Hetta sigur Sára Tummasardóttir, formaður í Føroyingafelagnum á Fjóni. Hon sigur harumframt, at felagið ikki hevur havt fast tak yvir høvdið seinastu tíggju árini. Tí vónaðu mong, at tá ið nýggi stásiligi norðuratlantsbygningurin á bryggjuni í Odense varð tikin í nýtslu, fór Føroyingafelagið á Fjóni at mennast av álvara.

 

Men so varð ikki – heldur tvørturímóti, tí nærum óansæð hvat nevndin skipar fyri í glæsiligu hølunum á bryggjuni í Odense, so er hugurin fyri luttøku hjá limunum sera avmarkaður.

 

Sára Tummasardóttir sigur, at t.d at skipa fyri eini ræstkjøtaveitslu, er sera krevjandi og álvarsamt. Umframt at kjøtið er dýrt, skal tað bíleggjast og gjaldast eitt ár frammanundan, og um so einans 10-15 fólk boða frá luttøku, tá ið veitslan skal haldast, ja so er hin grái leysur hvat tí fíggjarliga viðvíkur. Hesum hevur felagið ringar royndir av.

 

Men hóast alt eru eisini ljósglottar. Annaðhvørt sunnukvøld fara vit upp á gólv. ”Miðgarðsmsormurin” er heitið á felagnum, og her er við lít talan um nakrar trúgvar limir – einir 10-15 í tali, ið stutt sagt elska at dansa føroyskan dans.

 

Samstundis eru tiltøkini til jóla sera væl umtókt. Her er kirkjan altíð full, tá ið gudstænstan verður hildin, og enn sum áður møta hópin av fólki, tá ið jólaheilsurnar eru á skránni.