Føroyar vunnu smálandakappingina

Føroyska talvlandsliðið vann ruddiliga kappingina millum smátjóðir í Evropa, sum Malta hevur hýst seinastu vikuna. 

Í níggjunda og seinasta umfari í dag gjørdu føroyingar bart og vunnu 4-0 á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir.

 

Dysturin millum fremstu kappingarneytarnar endaði við 3-1 sigri til Andorra móti Kýprós. Tað bar í sær, at Føroyar endaðu trý stig fremri enn Andorra. Endin var, at Monako fekk eisini Kýprós aftur, og otaði seg fram á triðja plássið.

 

Føroyska liðið vann átta dystir og spældi ein javnan. 

 

Dysturin í seinasta umfari í dag:

 

##med2##

 

Hini úrslitini í síðsta umfari í dag:

 

Kýprós - Andorra 1-3

 

Monako - Liktinstein 4-0

 

Jersey - Malta 3-1

 

Luksemburg - Kvinnuliðið 4-0

 

 

Endaliga støðan

 

##med3##

 

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum

 

1. Helgi Dam Ziska 6/7

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen 7/8

 

3. John Rødgaard 5½/7

 

4. Luitjen Akselsson Apol 7½/9

 

5. Jón í Horni Nielsen 3/5

 

Lutfalsliga stóð 15 ára gamli Luitjen seg best av føroysku telvarunum. Hann gongur heili 57 ratingstig fram. Høgni Egilstoft Nielsen forvinnur 11 ratingstig. Hinir standa at kalla í stað. Hjá Helga Dam Ziska, sum hevur munandi hægri styrkital enn mótstøðumenninir, er næstan vónleyst at gera nakað ratinglop í hesum kappingum, sama hvussu góð úrtøkan er.

 

Góða úrslitið endurspeglar ta sterku siðvenju, sum talv hevur í Føroyum. Hóast vit til støddar og í fólkatali verri enn so kunnu sammetast við fleiri av hinum smátjóðunum í Evropa, sum vit kappast við í hesum afturvendandi talvkappingunum, so vísir tað seg ferð eftir ferð, at vit roynast drúgvir.

 

Hetta var sjeynda smálandakappingin í talvi í Evropa, og Føroyar hava staðið seg best samanlagt hesi árini.   

 

##med4##

 

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. At vit høvdu báðar okkara sterkastu telvarar við í Malta var heilt avgerandi fyri, at Føroyar vunnu so sannførandi.

 

 

 

Vinnarar í smálandakappingini

 

2021 Føroyar

 

2019 Andorra

 

2017 Føroyar

 

2015 Luksemburg

 

2013 Føroyar

 

2011 Luksemburg

 

2009 Føroyar