Føroyar spæla á glæsiligum leikvølli

Groupama Aréna leikvøllurin í Budapest er framúr snøggur. Rammurmar kunnu ikki verða betri til ein dyst

Nakrir av teimum føroysku áskoðarunum, sum eru í Budapest hava givið sær tíð at vitja leikvøllin, har vit skulu takast við Ungarn í kvøld klokkan 19.45.

 

Sverri Heinesen, sum er ættaður úr Leirvík var so beinasamur at lána okkum hesa myndina av leikvøllinum. Sverri var ein rundtúr kring leikvøllin, og hann undirstrikar, at har manglar einki av nýmótans hentleikum. Rammurnar verða perfektar til ein EM-undankappingardyst millum Ungarn og Føroyar í kvøld.

 

Leikvøllurin stóð liðugur 10. august í 2014, og er leikvøllurin vanliga heimavøllur hjá Ferencvaros. Væntandi verður útselt, 22.000 áskoðarar til dystin í kvøld. 

 

Tað kostaði 40 miljónir evrur at byggja leikvøllin, umleið 300 miljónir krónur í okkara peningi. 

 

Leikvøllurin hevur higartil ikki verið ein eydnuvøllur hjá gomlu, stoltu fótbóltsstjóðini, Ungarn. Ungarn hevur leikt fimm dystir á Groupama Aréna leikvøllinum, og hava bara vunnið ein av teimum fimm dystunum. Tveir eru endaðir javnir, og tveir dystir eru taptir á Groupema Aréna. Vónandi fara tey hagtølini at halda í kvøld. Málúrtøkan hjá Ungarn í hesum fýra dystum er 3-4. Ungarn hevur ongantíð skotið meir enn eitt mál í einum dysti á Groupama Aréna leikvølllinum.

 

Ùrslitini hjá Ungarn á Groupama Aréna leikvøllinum higartil : 

 

Ungarn-Norðurírland 1-2 (EM-undankapping)

Ungarn-Finnland 1-0 (EM-undankapping)

Ungarn-Russland 1-2 (venjingardystur)

Ungarn-Grikkaland 0-0 (EM-undankapping)

Ungarn-Rumenia 0-0 (EM-undankapping)

 

(Mynd: Sverri Heinesen)