Føroyar skulu standa skúlarætt

Mannarættindaráðið skal eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, er í hesum døgum í Genéve, har hann skal luttaka í eini ST hoyring í morgin.


Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar á síni heimasíðu, at hoyringin er liður í Universal Periodic Review (UPR) tilgongdini hjá ST. Hetta er ein tilgongd, har øll ST limalond lata eina frágreiðing inn og síðani skulu fyri Mannarættindaráðið at eftirmeta mannarættindastøðuna í landinum.


Føroyar lata ikki sína egnu frágreiðing til nevndina, men hava eitt serstakt ískoyti í frágreiðingini hjá Danmark.


Tað ískoyti tekur millum annað støði í hoyringini, ið Uttanríkistænastan skipaði fyri á almennari hoyring 27. mai í Posthúskjallaranum.


Til ber at lesa alla frágreiðingina her.