Føroyar skulu spæla ímóti Kamerun

Føroyska hondbóltslandsliðið fær afrikanska móstøðu í komandi dysti

Føroyar eru í fjórðingsfinaluni í Emerging Nations Championship í hondbólti, sum verður leikt í Kosovo í hesum døgum. Aftaná tríggjar dystir ímóti Armenia, Avstralia og Kosovo, sum kastaðu tveir sigrar og ein javnleik av sær, var greitt, at Føroyar vann sín bólk og tískil hevur leikt seg víðari til fjórðingsfinaluna í kappingini.

 

Mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni verður afrikanska Kamerun. Tað var annars meiningin, at Føroyar skuldu spæla ímóti Estlandi, men tað vísti seg, at tað var somikið tætt í bólki B í kappingini, at tað varð roknað skeivt, hvør hevði vunnið bólkin. Nú er rættlag komin í skipanina, og tí er greitt, at Kamerun, sum endaði nummar tvey í bólki B, verður mótstøðuliðið í Føroyum. Estland vann bólk B, og tveir bólkavinnarar kunnu ikki hittast longu í fjórðingsfinaluni.

 

Fjórðingsfinalan ímóti Kamerun verður leikt í morgin.