Føroyar skulu hava sendistovu í Washington

Fyrsta stigið verður tó at seta sendifólk í Grønlandi

 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Hann vísir á alt samstarvið, sum er millum londini, og at Ísland hevur latið sendistovu upp har.

Fyribils verður tað sendikvinnan í Íslandi, Halla Nolsøe Poulsen, sum eisini verður sendikvinna í Grønlandi.

Orsøkin til, at fulltíðar sendifólk ikki verður sett beinanvegin er ein spurningur um raðfestingar, segði Høgni Hoydal við Kringvarpið fríggjakvøldið.

Hann sigur, at sendistovan í Washington verður latin upp næsta ár, og hann vónar, at sendistovan í Grønlandi eisini kann setast á stovn í hesum valskeiðnum.

Í Washington verður eitt fulltíðar sendifólk sett, og seinni so eisini í Grønlandi.

Høgni Hoydal vísti á, at grønlendska Arctic Line er farið at sigla til Føroyar, og hann heldur, at føroysk flutningsfeløg eisini eiga at sleppa at sigla til Grønland.

– Tað eru so nógv viðurskifti, bæði søguliga og vinnuliga, sum benda á, føroyingar og grønlendingar eiga at samstarva nógv meira, segði hann. 

– Fyri at siga sum er, so hava íslendingar fingið nógv burtur úr síni sendistovu í Grønlandi og skapt nógv sambond innan byggivinnu og annað tílíkt, tí haldi eg, at tað er upp á tíðina, at føroyingar eisini gera vart við, at tað brøðrafólkið, vit hava í Grønlandi, eiga vit at hava eitt beinleiðis samband við og ikki altíð gjøgnum Danmark, segði Høgni Hoydal við Kringvarpið.