- Vit í Sambandsflokkinum skulu hava eitt greitt boð upp á, hvussu vit útvega føroyska samfelagnum fleiri inntøkur.
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum.
Hann sigur, at nettupp tann spurningurin verður avgerandi, skal tað eydnast Sambandsflokkinum at fáa eitt gott løgtingsval í heyst.
Veljarakanningarnar, sum eru gjørdar síðani seinasta løgtingsval hava ikki verið mjúkar við Sambandsflokkin, tí tær vísa, at hann hevur stóra afturgongd.
Tí sigur staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen at tíðin er komin til sjálvrannsakan í flokkinum og hann metir, at lykilin til eitt gott val er, at flokkurin hevur eitt greitt boð upp á ein greiðan búskaparpolitikk, sum lagar búskapin til, uttan at gera seg inn á valferðarskipanirnar.
Hann vísir eisini til nýggjastu frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, har tað verður staðfest, at skal føroyski búskapurin varðveita sítt haldføri, skulu útreiðslurnar minka fimm prosent at bruttotjóðarúrtøkuni, hvørt ár framyvir, ella skulu inntøkurnar veksa tilsvarandi.
Bara í ár svarar tað til einar 750 milliónir krónur um árið, sigur løgmaður.
Løgmaður sigur, at hann skal ikki skjóta eftir nøkrum, men útrokningar hjá Sambandsflokkinum vísa, at hetta er nettupp tann upphædd, danska ríkisveitingin hevði verið hægri, varð hon ikki skerd og fastfryst í 2002.
Hann sigur, at somu útrokningar vísa, at higartil hevur tað kostað okkum tilsamans seks milliardir í inntøkum, at ríkisveitingin varð lækkað og frastfryst.
- Hetta svarar áleið til almennu skuldina í dag, leggur hann afturat.
- Hinvegin hava vit síðani aftur fingið eina avtalu við donsku stjórnina, um, at ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd. Tann inntøkan fer eisini at veksa ár um ár og í 2024 er hon komin upp 224 milliónir krónur í ársinntøku til landskassan, vísa útrokningarnar.
Men løgmaður sigur, at undir øllum umstøðum verður uppleggið hjá Sambandsflokkinum uppundir løgtingsvalið at taka samráðingar upp við eina nýggja danska stjórn um at hækka ríkisveitingina upp aftur á tað upprunaliga virðið hon var, áðrenn niðurskurðin í 2002.
Hvat so úrslitið av tí verður, fáa vit at síggja, tá ið samráðingarnar hava verið, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at í hesum sambandi skal eisini samráðast við donsku stjórnina um at vera við til at tryggja, at heilsuverkið í Føroyum er á sama stigi, sum í Danmark.
Danska stjórin hevur avgjørt ábyrgd av, at heilsuverkið í øllum ríkinum er á sama stigi, sigur løgmaður og tí hevur hann góðar vónir um, at samráðingarnar fara at bera á mál.
- Soleiðis kunnu vit útvega landskassanum ein stóran part av teimum 750 milliónir krónunum afturat í inntøku, sum Búskaparráðið sóknast eftir, leggur hann afturat.










