Føroyar skulu aftur býtast sundur

Nú er tað nógv dýrari hjá politikarum at verða valdir á ting


Føroyar eiga aftur at verða býtt sundur í fleiri valdømi.

Tað heldur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at politikarar skulu almannakunngera, hvønn fíggjarligan stuðul teir fáa.

Í hesum sambandi vístu fleiri politkarar á, at síðani Føroyar vórðu eitt valdømi, eru peninganýtslan, politikarar noyðast at brúka fyri at vera valdir, farin heilt til himmals.

Tað er tí, at nú noyðast politikarar at gera vart við seg um alt landið, men fyrr var bara neyðugt at føra seg fram í sjálvum økinum har valevnið stillaði upp.

 

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin sigur, at vit eiga at venda aftur til gomlu skipanina við fleiri valdømum, tí støðan sum er nú, er ikki nøktandi.

Hann staðfestir, at nú er tað nógv dýrari at føra valstríð.

 

Fleiri aðrir tinglimir, eitt nú Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, ásanna, at útreiðslurnar til at føra valstríð eru hækkaðar munandi, síðani Føroyar vóru eitt valømi.

 

Og tingfólk halda eisini, at hetta kann vera ein vandi fyri fólkaræðið, tí fólk við lægri inntøkum, hava ongan sum helst møguleika fyri at føra seg fram í einum valstríði og at verða vald á ting.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, floksfelagið hjá Brandi Sandoy, ásannar, at sjálvt tey, sum talaðu fyri einum valdømi, viðurkenna nú, at tað var kanska ikki tað rætta.

Ein avleiðing er, at útreiðslurnar fyri at føra valstríð vóru ikki so stórar tá, sum tær eru nú.

- Spurningurin er um vit skulu endavenda skipanini aftur, sigur tingkvinnan fyri Fòlkaflokkin.

 

Spurningurin er so, hvussu stórt trýst, Brandur Sandoy fer at leggja á samgonguna fyri at gera Føroyar aftur til eitt valdømi.

Men Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, hevur ikki stórar vónir um, at nøkur broyting verður.