- Vit fara kanska at bjóða okkum fram at hýsa oyggjaleikunum í 2021. Tað sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF. Føroyingar hava annars í fleiri ár bjóðað seg fram at hava oyggjaleikirnar í 2019, men tað var treytað av, at vissa fæst fyri, at golfvøllur verður liðugur tá. Men nú endalig avgerð varð tikin á aðalfundi í oyggjaleikanevndini leyygadagin, er framvegis ikki greitt, hvussu verðu við golfvøllinum og tískil tóku Føroyar sítt boð upp á oyggjaleikirnar í 2019, aftur.
Les eisini: Tað er keðiligt, men eingin vanlukka
Petur Elias Petersen hevur áður sagt, at hetta var einasta skot, Føroyar høvdu í byrsuni og fingu vit ikki oyggjaleikirnar í 2019, fóru vit aftur um í røðina og skuldu ikki vænta okkum oyggjaleikirnar aftur í eitt mannaminni.
- Tað søgdu vit, tí Menorca, sum er í Miðjarðarhavi, skuldi hava oyggjaleikirnar í 2021 og vit vøntaðu ikki, at tey fóru at vera klár til 2019. Men har er alt klárt, so tað verður Menorca, sum yvirtekur oyggjaleikirnar í 2019. - Sostatt er ein nýggj støða íkomin, sum vit fara at viðgera, sigur forsetin í ÍSF. Men hann staðfestir somuleiðis, at tað er als ikki greitt, um Føroyar fara at bjóða seg fram at hýsa leikunum í 2021.
- Tað veldst alt um viðurskiftini her heima og um vit kunnu veita fulla vissu fyri, at golfvøllurin verður gjørdur. Hann sigur, at allir partar hava vitað um tær tíðarfreistir, sum vóru, hvat golfvøllinum viðvíkur, fyri at fáa leikirnar í 2019. Men tær hildu ikki, og tann mátan royna vit ikki aftur. - Sostatt fara vit ikki at bjóða okkum fram einaferð afturat upp á eitt lyfti um ein golfvøll, sum ikki heldur kortini og tí bjóða vit okkum ikki framaftur, fyrrenn øll viðurskifti eru fingin í rættlag.
Nú hava politikarar verið frammi um, at teir skilja ikki, hví alt skal verða leyst og liðugt longu í 2014 til oyggjaleikirnar í 2019. Víst verður á, at í HM í Brasil, var nógv ikki er liðugt fyrrenn í allar síðstu løtu og har tey, sum fluttu inn, møttu handverkarunum á veg út.
- Tað kann ikki ordiliga samanberast, heldur Petur Elias Petersen. Tá ið Brasil bjóðaði seg fram at hýsa HM, stóð øll stjórnin aftanfyri umsóknina og vissaði um, at alt skuldi vera til reiðar, men teirri støðuni hava vit ikki verið í. Og skuldi tað gingið galið í Brasil, er FIFA ein so sterkur felagsskapur, at hann kundi tikið um endan, sigur Petur Elias Petersen.
|