Í løtuni eru samráðingar millum Fótbóltssamband Føroya og russiska fótbóltssambandið, um ein møguligan venjingardyst 24. mars . Føroyar skulu spæla móti Liktenstein 28. mars í Marbella í Spania, meðan Russland skal spæla í París móti Fraklandi 29. mars. Russland er í vikuni fram til dystin somuleiðis í Marbella í Spania.
Sum skilst úr FSF, so ein fyrispurningur komin úr Russlandi, um føroyska landsliðið er sinnað at spæla ein venjingardyst 24. mars í Marbella í Spania.
FSF hevur svarað játtandi upp á fyrispurningin, so í løtuni eru partarnir í samráðinum. Millum annað merkir ætlaði venjingardysturin, at føroyska ferðalagið skal av landinum minst tveir dagar áðrenn ætlan. Sum nú er, so fer landsliðið úr Føroyar tann 24. mars. Hetta hevur sjálvandi nakrar øktar útreiðslur við sær.
Sum skilst, so er væntandi at Russland eisini leitar aðrastaði eftir mótstøðu, sum teir meta er meiri á ítróttarliga hædd við londini, ið Russland skal møta í EM-endaspælinum í Fraklandi í summar.











