Klokkan 16 spælir føroyska A-landsliðið á sjeynda sinni venjingardyst móti Liktinstein í Murcia í Spania.
Vit hava higartil vunnið allar seks venjingardystirnar vit hava spælt móti Liktinstein í søguni landanna millum.
Fyri stuttum tapti Liktinstein 0-6 fyri Grønhøvdaoyggjunum (Kap Verde oyggjunum), so kravið er ein sigur til Føroyar í dag.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina klokkan 15.10.
Á in.fo verður samanumtøka hjá Jóannesi Hansen, og samrøður við spælarar og venjara vera at hoyra á in.fo og á fm1.fo.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo