FIFA styrkilistin fyri Oktober er í dag komin út. Fyri føroyskar fótbóltsfjepparar, er talan um lítið hugaligan lesnað. Føroyar hava nú bert 42 FIFA stig - 25 FIFA stig færri enn í September.
Føroyar, ið frammanundan lógu niðri á nummar 179 er nú dottið 8 pláss aftur til nummar 187. Hetta er tað lægsta Føroyar hava ligið á FIFA styrkilistanum síðani Oktober 2008 tá Føroyar setti botnmet sum nummar 198.
Hetta hevur millum annað viðført, at Føroyar er dottið afturum borgarakríggjherjaða Suður Sudan (nummar 186), ið leikti sín fyrsta FIFA skrásetta dyst í Juli 2012 og enn hava sín fyrsta altjóða sigur til góðar. Landið, ið andar Føroyar í nakkan á FIFA styrkilistanum, er Kinesika Taipai, vanliga nevnt Taiwan.
Hyggur man bert at londum í UEFA, so er Føroyar eisini enn meira isolerað í botninum, saman við Andorra og San Marino. Hetta skyldast ikki minst 0-0 javnleikinum hjá Liechtenstein móti Montenegro fyrr í hesum mánaðinum.
Botn-10 úr UEFA á FIFA styrkilistanum:
44 Georgia 271 FIFA stig
45 Moldova 262 FIFA stig
46 Aserbadjan 233 FIFA stig
47 Luksemburg 233 FIFA stig
48 Kasakstan 218 FIFA stig
49 Liechtenstein 136 FIFA stig
50 Malta 129 FIFA stig
51 FØROYAR 42 FIFA stig
52 Andorra 9 FIFA stig
53 San Marino 0 FIFA stig
Ísland best í Norðanlondum
Øðrvísi stendur til hjá føroysku brøðratjóðini, ið vann bæði á Lettlandi og Hollandi fyrr í mánaðinum, og nú liggur nummar 28 á FIFA styrkilistanum. Hesi úrslit hava viðført, at fyri fyrstu ferð í søguni er Ísland frammanfyri øll hini Norðurlondini á FIFA styrkilistanum.
Norðurlond á FIFA styrkilistanum:
Ísland 816 FIFA stig
Danmark 763 FIFA stig
Svørríki 646 FIFA stig
Finnland 510 FIFA stig
Norra 481 FIFA stig
FØROYAR 42 FIFA stig
Fremst á FIFA styrkilistanum eru týsku heimsmeistarnir. Nummar 2 og 3 eru Suður Amerikansku londini, Argentina og Kolombia. Einasta broytingin í top 5 er, at grannarnir Holland og Belgia hava býtt um pláss, so Belgia nú er nummar 4.










