Í september mánaði skipar Búnaðarstovan fyri eini serligari ráðstevnu um ull, sum verður á Hotel Føroyum við luttakarum úr Íslandi, Grønlandi, Orknoyggjum, Hetlandi, Hebridunum, Norra og Føroyum.
Ráðstevnan hevur verið hildin síðani í 2011, tá hon var í Orknoyggjum, og síðani hevur hon verið í Norra, Hetlandi, Íslandi og nú í Føroyum, og ætlandi verður hon í næsta ár í Hebridunum.
Ullaráðstevnuni verður á Hotel Føroyum frá 10. til 14. september, og freistin at tekna seg er úti nú mánadagin, 22. juni. Meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, www.bst.fo, og á heimasíðuni hjá GreenGate Incoming, www.greengate.fo.
Við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra samrøðu við Dortheu Joensen frá Búnaðarstovuni, sum greiðir frá um ullaráðstevnuna.