Tað vísa hagtøl frá Hagstovuni.
Tað er ikki ímóti revsitiltøkunum ímóti Russlandi at selja russum mat. Kortini hevur eitt nú Bakkafrost steðgað allari sølu til Russlands. Men tað sæst ikki aftur í útflutningi Føroya til Russlands. Tí síðani russisku innrásina 24. februar í fjør er útflutningurin til Russlands meira enn tvífaldaður. Í februar í fjør var útflutningurin til Russlands 104,9 milliónir. Í februar í ár var útflutningur Føroya til Russlands 232,8 milliónir krónur. Tað vil siga ein vøkstur upp á 122 prosent.
Fyrstu tíðina eftir innrásina minkaði føroyski útflutningurin til Russlands, soleiðis at hann í september í fjør var niðri á 20,2 milliónum krónur. So lítil hevur útflutningur Føroya ikki verið síðani juni í 2013.
Hagstovan skrivar, at útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Tó er útflutningsvirðið nú á sama støði sum áðrenn februar 2022.
Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.
##med2##
Hagstovan skrivar at útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í februar var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 105,4 milliónir krónur. Í februar í fjør var útflutningurin 58,8 milliónir krónur.
Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august.
##med3##
Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í februar var útflutt fyri 12,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri februar mánað.
##med4##